Gera enn eina roynd at hjálpa miðlunum

Gera enn eina roynd at hjálpa miðlunum
Mentamálaráðið hevur gjørt eitt nýtt lógaruppskot um miðlastuðul, ið skal hjálpa privatu fjølmiðlunum í Føroyum
Nú verður enn ein roynd gjørd at tryggja privatu fjølmiðlunum betri fíggjarligar sømdir. Mentamálráðið hevur gjørt eitt nýtt lógaruppskot um miðlastuðul
 
16.11.2016 - 17:11

Sambært nýggja uppskotinum fáa privat tíðindabløð, útvarp, sjónvarp og skrivað tíðindi á netinum árligan stuðul úr landskassanum.

Løgtingið hevur játtað tvær milliónir krónur til miðlastuðul. Skotið verður upp, at ein triðingur av játtanini verður býttur javnt millum allar miðlar, sum søkja.

SÍ EISINI Stuðulin til privatar fjølmiðlar datt burtur

Tveir triðingar verða latnir til rakstrarútreiðslur, í mesta lagi tó 40 prosent til hvønn miðil. Ein miðlastuðulsnevnd skal avgera, hvør fær pengar. 

Felagið føroysk miðlafólk skal tilnevna tvey fólk í nevndina, tað sama skulu Fróðskaparsetrið og Búskapar- og løgfrøðingafelagið gera. 

Triðju ferð roynt verður

Formaðurin ella forkvinnan í nevndini skal vera løgfrøðingur. Vinnuhúsið hevur fingið lógaruppskotið og viðmerkingarnar, ið eru drúgv, til hoyringar.

Hetta er triðja royndi at hjálpa privatu fjølmiðlunum. Rigmor Dam gjørdi eitt og undanmaður hennara í Mentamálaráðnum, Bjørn Kalsø, royndi eisini.

Lógin, sum nú er á veg, skal koma í gildi 1. januar næsta ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. mars
Norðurljóð 3.mars 2025
188433
Mánadag 3. mars
4. dagar til fyrsta bríksl
188556
Mánadag 3. mars
Góðan morgun Føroyar
188535
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. mars
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
188513
Fríggjadag 28. februar
Veðrið
188455
Fríggjadag 28. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188428
Fríggjadag 28. februar
Heim, kæra heim (3:3) - teknmálstulkað
188417
Hósdag 27. februar
Hvíta gullið
188389