Aliringarnir á Hovsfirði tømdir

Aliringarnir á Hovsfirði tømdir
Bakkafrost hevur flutt laks av Hovsfirði inn á Glyvrar til virkingar. Brunnbáturin Hans á Bakka tømdi ringarnar í Hovi í nátt
Brunnbáturin Hans á Bakka, hjá Bakkafrosti, tømdi í nátt aliringarnar í Hovi. Laksurin skal virkast á nýggja virkinum á Glyvrum
 
18.11.2016 - 12:24

Ætlanin er at virka fiskin á spildurnýggja kryvjivirkinum á Glyvrum, sum hevur kostað Bakkafrost út við eina milliard krónur.

Hetta merkir, at minni fiskur verður at virka á virkinum hjá Bakkafrosti í Vági, skrivar Suðuroyarportalurin á sudurras.fo

Regin Jacobsen segði fyrr í heyst við útvarpið, at virkið í Vági er ótíðarhóskandi, og verður ikki góðkent til framhaldandi rakstur.

SÍ EISINI Umhugsar at steðga laksaframleiðsluni í Suðuroy

Um tað skal loysa seg at halda lív í virkseminum á virkinum í Vági, skal Bakkafrost hava víðkað aliloyvið á Trongisvágsfirði. Um hetta ikki eydnast flytir fyritøkan framleiðsluna úr Vági til nýggja virkið á Glyvrum.

Útvarpið ætlaði at spyrja Regin Jacobsen, stjóra, um tilgongdin at flyta virksemið úr Vági er byrjað, nú Bakkafrost flytir laks úr Hovi inn á Glyvrar.

Men Regin Jacobsen ynski ikki at gera viðmerkingar til hetta í løtuni. Hann bíðar eftir, at politiska skipanin tekur støðu til, hvørji aliloyvi Bakkafrost sleppur at hava í Suðuroynni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 7. mai
RagnarRokk 7.mai 2026
207512
Hósdag 7. mai
RagnarRokk: Johnny Gioeli um Shout
207511
Hósdag 7. mai
Eitt korter við
208021
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 7. mai
Sært tú fuglin? III 4:4
207996
Hósdag 7. mai
Veðrið
208040
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968
Týsdag 5. mai
Veðrið
207947