Vildu umborð á Norrönu

Vildu umborð á Norrönu
Fimm dreingir í aldrinum 13 til 17 ár, royndu í nátt at goyma seg á bryggjuni í Hirtshals í vón um at sleppa við Norrönu til Íslands
 
20.11.2016 - 10:05

Fimm ungir dreingir frá Marokko, ætlaðu at goyma seg í eini bingju á bryggjuni í Hirtshals náttina til leygardagin, skrivar TV2 Nord.

Dreingirnir vórðu avdúkaðir av myndatóli, tá teir klatraðu upp um hegn og girðingar á havnaøkinum í Hirtshals við tí fyri egyað at goyma seg í eini bingju og soleiðis sleppa til Íslands við Norrönu.

Løgreglan í Norðurjútlandi sendi fólk og hundar á staðið, og har funnu tey dreingirnar, sum høvdu goymt seg í einum húsvogni.

Dreingirnir eru komnir til Danmarkar uttan foreldur, og teir hava fingið fyribils uppihald í Sandholmleguni á Sælandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928