Samráðast nú aftur

Samráðast nú aftur
Næstu vikurnar verða árligu samráðingarnar við onnur lond um fiskirættindi næsta ár. Fyrstu samráðingarnar verða við Russland
Nú byrja árligu samráðingarnar við onnur lond um fiskirættindi. Fyrstu samráðingarnar verða við Russland, og síðani við ES
 
23.11.2016 - 16:22

Samráðst verður við Russland 28. og 29. november í Murmansk, og samáðingarnar við ES verða í Brússel 6. og 7. desember.

12. og 13. desember verður samráðst við Grønland, og tær samráðingarnar verða í Keypmannahavn. Fiskirættindasamráðingarnar við Noreg verða í Oslo 15. og 16. desember. 

Enn er ikki greitt, nær samráðingar verða millum Føroyar og Ísland, tí í løtuni verður samráðstt um nýggja stjórn í Íslandi. Kanska verða samráðingarnar við íslendingar fyrst í nýggja árinum.

Føroyar hava fiskirættindaavtalur við allar hesar partar í ár, og Fiskimálaráðið sigur, at tað miðar eftir at gera nýggjar avtalur um fiskiveiðisamstarv fyri 2017.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Leygardag 12. september
Upp á tá - 110926
213150
Leygardag 12. september
Morgunlestur leygardagur 12. september
212707
Fríggjadag 11. september
Vikuskiftið 11 sept 2026
213138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065