Uppruddingin í Føroyingahavnini

Uppruddingin í Føroyingahavnini
Kári P. Højgaard í Nýggjum Sjálvstýri vil vita, hvussu gongst at rudda upp í Føroyingahavnini
 
26.11.2016 - 09:18

Kári P. Højgaard, tingmaður fyri Nýggja Sjávlstýri hevur sett løgmanni fyrispurning um uppruddingina í Føroyingahavnini í Grønlandi.

Aksel V. Johannesen, løgmaður, segði fyrr í ár, at tilgongdin at rudda upp í Føroyingahavnini er byrjað, og samstarv er við grønlendskar myndugleikar um málið.

Kári P. Højgaard spyr, hvat uppruddingin kostar, um føroysk arbeiðsmegi verður nýtt, og nær væntast kann, at tað verður liðugt at rudda.

SÍ EISINI Fara nú at rudda Føroyingahavnina

Hann spyr eisini, um tað eru almannu Føroyar, sum einsamallar hava ábyrgdina av uppruddingini.

Kári P. Højgaard sigur, at tað skuldi verið sjálvsagt, at føroysk arbeiðsmegi, skip og útgerð verða nýtt til uppruddingarabeiðið.

Hann vísir á, at síðani løgmaður kom við síni fráboðan fyri sjey mánaðum síðani, hevur tøgn valdað, og eingin peningur er markaður á fíggjarlógini næsta ár til arbeiðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. mars
Morgunlestur mikudagur 11.mars 2026
205069
Týsdag 10. mars
Góðan morgun Føroyar
205390
Týsdag 10. mars
Morgunlestur týsdagur 10.mars 2026
205385
Mánadag 9. mars
Endiliga rullar bólturin aftur
205339
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363
Sunnudag 8. mars
Hondbóltur: EM undansending
205313
Sunnudag 8. mars
Føroyar - Portugal, seinni dystur
205337