Skylda ov nógvar lønir

Skylda ov nógvar lønir
Tað ber ikki til, at almennir stovnar ikki seta av pengar til lønir, sum starvsfólk eiga til góðar. Grannskoðarar hjá nógvum stovnum hava víst á tað
Samsvar ikki er millum roknskapin og veruligu nýtsluna hjá stovnum, siga løgtingsgrannskoðararnir
 
02.12.2016 - 09:19

Mælt verður til at áseta eina meginreglu um, hvussu starvsfólkakostnaður, ið stovnurin skyldar, skal viðgerast roknskaparliga.

Eitt dømi er, at Landssjúkrahúsið við ársenda 2015 skyldaði 22 milliónir krónur í starvsfólkakostnaði. Tær milliónirnar eru ikki skrásettar í fíggjarstøðuni hjá sjúkrahúsinum.

Hetta átala løgtingsgrannskoðararnir, ikki bara í sambandi við Landssjúkrahúsið, men yvirskipað.

Ikki samsvar millum roknskap og nýtslu

Átalað verður, at almenn starvsfólk skylda ella eiga til góðar nógvar lønartímar, uttan at tað sæst í landsroknskapinum. 

Úrslitið er, siga løgtingsgrannskoðararnir, at samsvar ikki er millum roknskapin og veruligu nýtsluna hjá stovninum.

Sambært Fíggjarmálaráðnum er eingin semja enn um yvirtíðina, sum yvirlæknarnir á Landssjúkrahúsinum eiga til góðar. Tí er eingin játtan í fíggjarlógini fyri 2017 til hesa yvirtíðina, sum ósemja er um.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
Breddin: Tilboð um rúsevnisviðgerð
215961
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860