Skotar misnøgdir

Skotar misnøgdir
Skotskir fiskimenn geva ilt av sær undan samráðingarnar millum Føroyar og ES um fiskirættindi
Upp undir samráðingarnar í Brússel í dag og í morgin millum Føroyar og ES um fiskirættindi, geva skotskir fiskimenn enn eina ferð ilt av sær um føroysk rættindi í ES sjógvi
 
06.12.2016 - 12:14

Upp undir samráðingarnar í Brússel í dag og í morgin millum Føroyar og ES um fiskirættindi, geva skotskir fiskimenn enn eina ferð ilt av sær um føroysk rættindi í ES sjógvi.

Tað gera teir, hóast Brexit framvegis eisini er skotskur sjógvur. Skotar í makrelvinnuni mæla til, at føroysk skip ikki sleppa at fiska so nógvan makrel við Skotland.

Atgongdin skerjast

Føroyingar fiskaðu 33.000 tons av makreli í ES-sjógvi í fjør. Men ES-skip fiskaðu ongan makrel í føroyskum sjógvi, skrivar FishUpdate.com

Skotarnir halda upp á, at makrelurin í ES-sjógvi er betri enn makrelurin í føroyskum sjógvi. 

Tað var tí vánaligt býti, sum ES gjørdi við Føroyar í 2014. Teir mæla til, at atgongdin hjá føroyskum skipum í ES-sjógvi verður skerd.

Norðmenn ov góðar sømdir

Føroyingar kappast harafturat við virkini í Skotlandi og Hetlandi á teimum marknaðum, sum keypa makrel. 

ES bakkar ov nógv fyri Føroyum og Noregi, halda tey í makrelvinnuni í Skotlandi. Norðmenn fáa alt ov góðir sømdir viðvíkjandi svartkjafti, ljóðar atfinningin. 

Hóast Bretland ætlar sær úr ES, hevur ES framvegis samráðingar um fiskirættindi hjá Bretlandi. Í dag og í morgin samráðast ES og Føroyar í Brússel um fiskirættindini næsta ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 2. desember
Góðan morgun Føroyar
184498
Mánadag 2. desember
Morgunlestur mánadagur 2. desember 2024
183607
Sunnudag 1. desember
Møti í Betesda
184478
Leygardag 30. november
TEMAPLÁTAN 40, 'Isolation', Toto, 1984
184316
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (4:4) - teknmálstulkað
184482
Sunnudag 1. desember
3-2
184480
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (3:4) - teknmálstulkað
184477