Smávegis broytingar í nýggjari avtalu

Smávegis broytingar í nýggjari avtalu
Føroyar og ES hava gjørt avtalu um fiskiveiðirættindi fyri 2017. Avtalan er ikki nógv broytt í mun til í fjør, men nakrar broytingar eru framdar
Føroyar og ES hava gjørt avtalu um fiskiveiðirættindi fyri 2017. Avtalan líkist henni í fjør
 
08.12.2016 - 12:26

Sínámillum atgongdin at fiska makrel í økinum hvør hjá øðrum er økt upp í góð 38.000 tons í samsvari við lutfalsligu hækkingina av heildarkvotuni av makreli.

Føroyar varðveita samstundis somu atgongd og kvotu av svartkjafti, soleiðis at føroysk skip komandi ár hava møguleika at fiska góð 30.000 tons av svartkjafti í ES sjógvi.

SÍ EISINI 40.000 tons av makreli í ES-sjógvi næsta ár

Atgongdin at fiska norðhavssild í sjóøkinum hjá hvørjum øðrum verður óbroytt, soleiðis at partarnir kunnu fiska 6.000 tons av norðhavssild hjá hvørjum øðrum.

Viðvíkjandi øðrum fiskasløgum so hækkar kvotan av hvítingsbróðri upp í góð 9.000 tons, meðan kvotan av brislingi lækkar niður í 1.000 tons, av tí at ICES mælir til eina munandi lægri veiðu í ár og næsta ár.

Nakrar kvotur óbroyttar

Føroyska kvotan av sild í Skagerak verður 400 tons komandi ár, og føroysk skip kunnu veiða 200 tons av sild í ICES øki 4a í Norðsjónum.

Viðvíkjandi kvotum hjá ES í føroyskum øki verða kvoturnar av upsa, blálongu og kongafiski lækkaðar nakað, meðan aðrar kvotur av toski, hýsu, flatfiski og øðrum fiskasløgum verða óbroyttar.

Avtalað varð, at fiskiveiðieftirlitini hjá báðum pørtum framhaldandi skulu samstarva um at menna skipanir í samband við elektroniskar fráboðanir av veiðu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 13. september
Guðstænasta í Dals kirkju
213163
Sunnudag 13. september
Bolero
213160
Sunnudag 13. september
Credo: Filosofiskur (1)
213158
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166
Sunnudag 13. september
Guðstænasta úr Dals kirkju
213161
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136