Fíggjarlógaruppskotið broytast

Fíggjarlógaruppskotið broytast
Avlopið í fíggjarlógaruppskotinum hjá landsstýrinum er hækkað 88 milliónir krónur upp í 200 milliónir
Broytingarnar, sum Fíggjarnevndin er biðin um at gera, kosta landskassanum 17,6 milliónir krónur
 
09.12.2016 - 08:00

Landsstýrið hevur biðið Fíggjarnevndina broyta uppskotið, millum annað við dagførdari inntøkumeting. Hon er 105,6 milliónir krónur størri enn hon var síðst í september, tá fíggjarlógaruppskotið varð lagt fram.

Broytingarnar, sum Fíggjarnevndin er biðin um at gera, kosta landskassanum 17,6 milliónir krónur.

Talan er fyrst og fremst um størri játtan til Landssjúkrahúsið, bústaðir til sálarsjúk og nýtt tilboð til demensrakt undir trivnaðartænastum.

Meira inn í avgjøldum

Landsstýrið væntar, at avgjøldini frá fiskivinnuni verða 210 milliónir krónur næsta ár og ikki 165, sum mett varð í september.

Loyvisgjøldini frá alivinnuni fara at geva landskassanum 138 milliónir krónur og ikki 125, og meirvirðisgjaldið gevur eina millard og 470 milliónir.

Tað eru 45 milliónir meira enn upprunaliga mett. Men landsstýrið væntar nú at fáa 10 milliónir krónur minni í landsskatti enn tað metti í september.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096