Barnaskúli byggjast í partalagi

Barnaskúli byggjast í partalagi
Nýggi barnaskúlin í Fuglafirði, ið eftir ætlan skal takast í nýtslu til skúlabyrjan í 2020, verður bygdur í partalagi
Umboð fyri partarnar í partalagsavtaluni, sum stendur fyri at byggja fuglfirðingum nýggjan barnaskúla
 
12.12.2016 - 11:24

Fuglfirðingar fáa nýggjan barnaskúla, musikkskúla og nýtt bókasavn - alt í einum. í farnu viku samtykti eitt einmælt býráð at gera eina partalagsavtalu við smápartafelagið Heildarverk, Map arkitektar og ráðgevarafyritøkurnar SMJ og LBF (fyrr Landsbyggifelagið, red). 

Sambært tíðindaskrivi frá kommununi er talan um størstu einstaku íløgu nakrantíð hjá kommununi. Tað skrivar kommunan, hóast endaligur byggikostnaður enn ikki er fastsettur. 

 

Nýhugsan

Sambært kommununi er talan um ein nýhugsaðan bygning, har serliga náttúrulærugreinar verða hugsaðar inn í sjálva byggingina og innrættingina. 

Býráðssamtyktin merkir, at farast kann undir fyrsta part av arbeiðnum, sum er at  gjøgnumganga ætlanina og áseta endaliga byggikostnaðin. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011