Sí videoupptøkuna: Her stóð ein bygningur

Sí videoupptøkuna: Her stóð ein bygningur
Goymslubygningurin hjá KJ Hydraulik á Kambsdali er mest sum allur burtur eftir herviligu jólaódnina, sum hevur gjørt stóran skaða um alt landið
Soleiðis sær økið, har ein goymslubygningur hjá KJ Hydraulik á Kambsdali stóð, út í dag
Mynd: KvF/Svein Magnason  
 
26.12.2016 - 16:14

Fyritøkan KJ Hydraulik á Kambsdali er hart rakt av ódnarveðrinum. Goymslubygningurin er at kalla allur farin, og nógv av goymsluni við.

Sí upptøkuna niðanfyri

Talan er um stóra bygningin, har Havnar Timburhandil helt til í nógv ár. KJ Hydraulik keypti bygningin og fyritøkan var fyri stuttum liðug at innrætta hann til sín tørv.

Men nú er lítið gott eftir av goymslubygninginum hjá fyritøkuni á Kambsdali. Bygningurin er mest sum allur burtur eftir jólaódnina, sum elvdi til stórar skaðar kring landið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. mars
Morgunlestur leygardagur 7.mars 2026
204721
Fríggjadag 6. mars
Vikuskiftið 6 mars 2026
205251
Fríggjadag 6. mars
LEITISSTEIN 06.03.2026 (Kalas)
205241
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205272
Fríggjadag 6. mars
FMA 2026
205269
Fríggjadag 6. mars
Veðrið
205248
Fríggjadag 6. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205229
Hósdag 5. mars
Sophilia: 15 ár
205189