Nógvar marknaforðingar millum Norðurlondini

Nógvar marknaforðingar millum Norðurlondini
Serliga almannamál, útbúgving og heilsa elva til marknaforðingar, har sum eingin avtala er millum Danmark og Føroyar
Flestu forðingar, føroyingar renna seg í, eru forðingar á markinum millum Føroyar og Danmark. Útbúgvingarmál er eitt av økjunum, har eingin avtala er millum Danmark og Føroyar
 
28.12.2016 - 09:40

Flestu forðingar, sum føroyingar renna seg í, eru forðingar á markinum millum Føroyar og Danmark.

Poul Michelsen, landsstýrismaður í norðurlendskum samstarvi, hevur svarað Helga Abrahamsen, løgtingsmanni.

Helgi Abrahamsen spurdi um forðingar, sum framvegis gera tað trupult ella ómøguligt hjá fólki at virka tvørtur um norðurlendsku landamørkini.

Arbeiðsbólkur settur

Ein føroyskur marknaforðingarbólkur er settur við umboðum frá ymsum myndugleikum. Bólkurin skal finna og eyðmerkja forðingar, sum skulu viðgerast.

Men einstaki myndugleikin skal tó loysa ítøkiligu forðingarnar, sigur landsstýrismaðurin.

Eitt yvirlit við kendum marknaforðingum, bæði í ríkisfelagsskapinum og í Norðurlondum, er gjørt og skal dagførast. 

Gamalt rundskriv víðkað

Rundskrivið um lógarsmíð frá 2000 er víðkað soleiðis, at ávirkan á hini Norðurlondini eisini er vorðin partur av arbeiðinum at eftirkanna lógarupp­skot, sum verða løgd fyri Løgtingið.

Í lógaruppskotum skal vera upplýst, um kendar marknaforðingar eru, ella um uppskotið kann elva til marknaforðingar.

Serliga skal ansast eftir í lógaruppskotum um arbeiðsmarknað, útbúgving og sosiala økið, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður í norðurlendskum samstarvi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. juli
HM-tíðindi 9. juli 2026
210721
Mikudag 8. juli
Summarbeiti 8. juli 2026
210685
Mikudag 8. juli
Mono - Fjaldir Gimsteinar (2:4)
210667
Mikudag 8. juli
HM-tíðindi 8. juli 2026
210672
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523