Sleppa ikki víðari

Sleppa ikki víðari
Grikkaland vann 26-24 á Føroyum í høllini í Hálsi í Havn seinnapartin
 
15.01.2017 - 17:37

Føroyar sleppa ikki víðari til EM-undankappingina fyri A-landslið í manshondbólti.

Føroyska landsliðið tapti seinnapartin dystin móti Grikkalandi. Úrslitið var  26-24 til Grikkaland.

Støðan í hálvleikinum var 13-11 til Grikkaland.

Føroyar skuldu vinna við fimm málum á Grikkalandi fyri at koma víðari til EM-undankappingina, men grikkar skuldu bara hava javnleika fyri at spæla seg víðari.

Grikkaland vann 24-17 á Kypros í gjárkvøldið. 

Grikkaland var undan kappingini, sum hevur verið í Føroyum um vikuskiftið, styrkimett sum besta liðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454