Skaðar fyri 75 milliónir

Skaðar fyri 75 milliónir
Tryggingarfelagið Føroyar og Trygd eru liðug við skaðauppgerðirnar frá ódnunum á jólum. Meira enn 3.300 skaðar vórðu fráboðaðir
Tey bæði tryggingarfeløgini hava fingið meira enn 3.300 skaðafráboðanir eftir ódnirnar á jólum. Skaðarnir kosta teimum umleið 75 milliónir krónur
Mynd: Lesaramynd: Regin Thomsen  
 
16.01.2017 - 12:21

Tryggingarfeløgini skulu til samans rinda umleið 75 milliónir krónur í skaðum til kundarnar eftir jólaódnirnar millum jól og nýggjár.

Tað vísa uppgerðir sum Tryggingarfelagið Føroyar og tryggingarfelagið Trygd hava gjørt av skaðum higartil, sambært útvarpinum.

Tryggingarfeløgini vænta ikki nógv fleiri skaðafráboðanir. Tær, sum koma aftrat, hava ikki stórvegis týdning fyri upphæddina, tryggingarfeløgini skulu rinda út.

Meira enn 3.300 fráboðanir

Tryggingarfelagið Føroyar hevur fingið 2335 fráboðanir um skaðar, og skaðarnir fara at kosta 40-45 milliónir krónur, sigur Heðin D. Poulsen deildarstjóri fyri skaðaøkið.

Tryggingarfelagið Trygd hevur fingið 1011 fráboðanir um skaðar. Fráboðaninar fara at kosta Trygd líka yvir 30 milliónir krónur.

Bæði tryggingarfeløgini siga, at talið av skaðum er rættiliga stórt, og at talan mest hevur verið um smærri skaðar. 

Tryggingargjaldið hækkar ikki

Stórsti skaðin hjá Tryggingarfelagnum Føroyar kostar eitt sindur yvir eina millión at umvæla, meðan nógv stórsti skaðin hjá Trygd er rættiliga nógv størri. 

Talan er nevniliga um vinnubygningin hjá KJ Hydraulik á Kambsdali, sum fór sera illa í jólaódnunum

Tryggingarfeløgini siga, at mongu stormskaðarnir eftir jólaóndunum fara ikki at hava hægri tryggingargjøld við sær.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Fríggjadag 25. september
Breddin: Hækkandi matvøruprísir
213780
Fríggjadag 25. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Danny & the Veetos
213778
Fríggjadag 25. september
RagnarRokk: Saeko um Back to Life
212906
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650