Tveir av manningini á Polar Nanoq handtiknir

Tveir av manningini á Polar Nanoq handtiknir
Um middagleitið í dag handtóku servand løgreglufólk frá íslendsku ríkisløgregluni tveir menn umborð á grønlendska trolaranum, Polar Nanoq
Um middagsleitið vóru servand løgreglufólk flogin út á Polar Nanoq
Mynd: RÚV  
 
18.01.2017 - 21:05

Trolarin var tá staddur 90 fjórðingar í útsynning úr Íslandi, í íslendskum sjóøki.

Tað stendur í fráboðan frá kanningarleiðaranum hjá løgreglumi í Reykjavík, Grímur Grímsson, í sambandi við leitingina eftir Birnu Brjánsdóttur, sum seinast er sædd á Laugarvegnum í miðbýnum í Reykjavík leygarnáttina.

Tóku ræðið á skipinum

Servandu løgregludeildirnar tóku yvir leiðsluna á skipinum, sum kemur inn á Hafnarfjørðin um midnáttarleitið í kvøld (mikukvøld). 

Servandu deildirnar vórðu við tyrlu fluttar út á Polar Nanoq. 

        Les eisini: Løgreglan í Reykjavík handtikið ein triðja mann

Løgreglan hevur illgruna um, at samband er millum horvnu kvinnuna og trolaran, og at handtiknu menninir hava upplýsingar um, hvar Birna Brjánsdóttir er. 

        Les eisini: Birna Brjánsdóttir - tíðartalvan

Longu í gjár (týsdag) fóru fýra fólk frá løgregluni í Reykjavík umborð á danska sjóverjuskipið, Triton, sum sigldi tey til Polar Nanoq. Skipini møttust á miðlinjuni millum Grønland og Ísland klokkan 6 í morgun (mikumorgun).

Men løgreglufólkini fóru ikki umborð á Polar Nanoq, tá skipini møttust, men skipini bæði fylgdust á leiðini  til Hafnarfjarðar aftur. Skipini koma bæði í havn í Hafnafirði í kvøld.

Tveir menn handtiknir 

Í beinleiðis samrøðu í íslendsku sjónvarpi í kvøld segði Grímur Grímsson, kanningarleiðari, at báðir handtiknu menninir eru grønlendingar. Teir hava fingið at vita skuldsetingina, men teir hava ikki úttalað seg enn. 

Spurdur, um menninir eru undir illgruna fyri at hava framt brotsverk, svarar kanningarleiðarin, at "Hildið verður, at teir hava upplýsingar um horvnu Birnu, og teir hava rættindi, sum skuldsettir persónar hava. Tvs. at teir hava ikki skyldu at úttala seg, og teir hava rætt til ein verja.

        Les eisini: Trolari settur í samband við kriminalitet

Løgreglan hevur enn ikki tosað við menninar, og tí hava løgreglufólk heldur ikki verið úti og leitað eftir kvinnuni, tí bíðað verður eftir upplýsingum frá monnunum.

Bjargingarlið leita tó framvegis. Í dag hevur verið leitað í havnini í Hafnarfirði og í Strandaheiði.

Handtiknu menninir verða avhoyrdir, so skjótt, sum teir koma í land, og vitni verða eisini avhoyrd. Grímur Grímsson vil ikki siga, hvussu gamlir menninir eru, og hvat teir gera umborð á trolaranum.

Polar Nanoq skal rannsakast

Tá Polar Nanoq kemur í havn í kvøld, verður skipið rannsakað, og tøkningar frá løgregluni skulu eisini gera kanningar umborð. 

Hann sigur, at longu nú eru kanningar í gongd, og allar upplýsingar verða savnaðar. 

- Vit eru nærri eini uppkláring, segði Grímur Grímsson við RÚV.
Men tað er ikki greitt, hvar Birna Brjánsdóttir er. Og eingin ábending er um, at Birna yvirhøvur hevur verið umborð á skipinum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166