Bretsk kjarnorkurakett mundi rakt USA

Bretsk kjarnorkurakett mundi rakt USA
Bretski forsætisráðharrin Theresa May er komin undir trýst at fortelja, hvussu nógv hon visti um eina kjarnorkurakett, sum fór av kós í summar.
Trident kjarnorkurakett
Mynd: Wikicommons  
 
23.01.2017 - 15:53

Undir eini venjing nærhendis amerikonsku eysturstrondini sendi bretska herskipið HMS Vengeance eina rakett upp, sum skuldi ferðast 9000 kilometrar. Men í staðin fyri at halda kósina eystureftir, vendi rakettin nøsina móti Florida.

Tað skrivar BBC á heimasíðuni.

Rakettin, sum væl at merkja ikki var vápnað, rakti ikki amerikanska jørð. Kortini hevur hendingin elvt til dúgligt kjak um álitið á bretsku kjarnorkuverkætlanina Trident.

Fjaldu hendingina

Hóast tað er siðvenja í Bretlandi at almannakunngera hernaðarvenjingar, er miseydnaða venjingin í juni nústani komin undan kavi.

Politisku mótstøðufólkini hjá Theresu May eru tí farin at illgitað um stjórnin royndi at fjala hendingina, tí bretska undirhúsið fáar vikur seinni skuldu atkvøða um at endurnýggja Trident kjarnorkuverkætlanina.

Theresa May noktar at greiða frá, hvat hendi, og orsøkin til at rakettin fór av kós er enn loynilig.

Mundi enda galið

Jeremy Corbyn, sum er leiðari í labour, kallar hendingina fyri vanlukkuliga.

- hóast rakettin ikki var vápnað, mugu gudarnir vita, hvørjar avleiðingar hetta kundi fingið, sigur hann við Sky News.

Bretska verjumálaráðið hevur sent eitt skriv út, um at tað enn hevur fult álit á bretskari kjarnorkuverju.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 5. september
Heilsuhornið
212604
Fríggjadag 4. september
Vikuskiftið 4 sept 2026
212745
Fríggjadag 4. september
LEITISSTEIN 04.09.2026 (Fríða Saiya)
212738
Fríggjadag 4. september
Vit nerta við oyggjaørvit
212737
Fríggjadag 4. september
Vit nerta við virkna deyðshjálp
212727
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572