Partakvinna minnir á Sjósavnið á Argjum

Partakvinna minnir á Sjósavnið á Argjum
Annika Olsen, borgarstjóri, sigur, at meirilutin í býráðnum í Havn stuðlar útbygging av Sjósavninum, sama hvørjar ætlanir onnur hava
 
26.01.2017 - 08:10

Áðrenn løgtingið um slakar tvær vikur fer at viðgera uppskotið hjá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur um at byggja akvarium í Klaksvík, hevur partakvinna hennara í býráðnum í Havn mint á Sjósavnið í Havn. 

Annika Olsen, borgarstjóri, sigur, at Føroya sjósavn hevur kunnað Tórshavn kommunu um framtíðarætlanirnar hjá savninum.

Annika Olsen er avgjørd, tá hon skrivar, at vit, tað er meirlutin í býráðnum, fara sjálvandi at stuðla um- og útbyggingarætlanini hjá Sjósavninum, ein ætlan, sum sambært borgarstjóranum er spennandi. 

Meirilutin í býráðnum fer at stuðla av fullum huga, sama, hvørjar ætlanir onnur hava um sjósavn ella akvarium, sigur Annika Olsen.  

Tórshavnar kommuna letur Sjósavninum 600.000 kr. í stuðli um árið. Landið letur 284.000 kr. 

Sjósavnið er sjálvsognarstovnur. 

Løgtingið fer 7.februar at viðgera uppskotið til samtyktar hjá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744