Altjóða svimjikapping í Vági

Altjóða svimjikapping í Vági
Páls Høll verður í juli karmur um stóra norðurlendska svimjikapping
Mynd: svimjing.com  
 
27.01.2017 - 11:47

NMU er stór norðurlendsk svimjistevna, har tað umframt svimjarar úr øllum Norðurlondum, eisini eru svimjarar úr baltisku londunum.

NMU verður altíð svomin í 50 metrar hyli, og í ár verður hon í Páls Høll í Vági. 

Stórur áhugi

Rókur í Jákupsstovu, formaður í Svimjisambandinum, sigur, at áhugin fyri kappingini er stórur.

-Vit vænta, at tað koma millum 150 og 200 svimjarar, venjarar, leiðarar og onnur til Føroyar at kappast, sigur Rókur í Jákupsstovu.

Fyrsta av fleiri altjóða kappingum í Vági

Í Vági eru tey longu byrjað at fyrireika norðurlandameistarakappingina, og eftir ætlan verður hetta bara fyrsta av fleiri altjóða kappingum.

- Hetta verður fyrsta stóra altjóða svimjistevnan í Páls Høll, men hetta verður ikki tann seinasta altjóða svimjistevnan í Vági, tað er longu greitt, sigur Dennis Holm, borgarstjóri.

NMU verður  8. og 9.juli. Norðurlendska Meistaraskapurin fyri Ung er fyri árgangirnar gentur 13-15 ár (2002-2004) og dreingir 14-16 ár (2001-2003).

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558