Samband millum útskiftingina av sjógvi og laksalús

Samband millum útskiftingina av sjógvi og laksalús
Tað er greitt samband millum útskiftingina av sjógvi í føroysku firðunum og sjálvsmittuna ella útbreiðsluna av laksalús
 
04.02.2017 - 11:12

Ein kanning, sum Esbern Patursson, Knud Simonsen og Øystein Paturssin hava almannakunngjørt í altjóða tíðarritinum Aquaculture Environment Interactions, vísir at samband er millum útskiftingina av sjógvi í føroysku firðunum og sjálvsmittuna ella útbreiðsluna av laksalús. 

Útskifting av sjógvi á einum firði er í høvuðsheitum drivin av feskvatni, sum rennur út í fjørðin, muninum millum flóð og fjøru, og av sjóvarfalsrákinum uttan fyri fjarðamunnan, ið dregur sjógvin inni á firðinum við sær.

Út frá tølum fyri hesar tríggjar  drívmegirnar var eitt vísital gjørt fyri flestu alifirðirnar í Føroyum.  Fiskaaling hevur talt lús á føroysku alibrúkunum fyri vinnuna síðani 2009.

Størri útskifting - minni er lúsatrupulleikin

Fyri hvørja einstaka útsetu varð hugt eftur, hvussu vøksturin var í lúsatølunum fram til fyrstu viðgerð ella til tøku, um eingin viðgerð var neyðug. 

Tá ávirkanin av hita var tikin burturúr lúsatølunum, sást greitt samband millum vísutalið fyri útskifting av sjógvi á firðinum og vøksturin í lúsatølunum.  Niðurstøðan er, at størri útskifting, ein fjørður hevur, minni er lúsatrupulleikin. 

Laksalús hevur verið ein plága fyri so at siga alla aling, bæði í Føroyum og í øðrum londum við alivinnu og tíggjutals milliónir, fyri ikki at siga hundratals milliónir eru seinnu árini brúktar at basa lúsatrupulleikanum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846