Grein í hjúnabandslógini broytt

Grein í hjúnabandslógini broytt
Rigmor Dam, landsstýriskvinna í kirkjumálum, lurtaði eftir Føroya stiftsstjórn, Felagnum fyri kirkjuráðslimir og Prestafelagnum
Landsstýriskvinnan broytti grein 14, annað stykki í hjúnabandslógini, í staðin fyri at strika tað
 
08.02.2017 - 10:13

Landsstýriskvinnan broytti grein 14, annað stykki í hjúnabandslógini, í staðin fyri at strika tað.

Fyrra uppskotið, sum varð sent til hoyringar, er tikið aftur og eitt nýtt er gjørt. Tað kemur skjótt í Løgtingið.

Tað uppskotið liggur til almenna hoyring á heimasíðuni hjá løgmanni til fríggjadagin. 

SÍ EISINI Hjúnabandslógin aftur í miðdeplinum

Í fyrru hoyringini mæltu Stiftsstjórnin, Felagið fyri kirkjuráðslimir og Prestafelagið til at tryggja, at møguleikin verður varðveittur hjá hinskyndum borgaraliga-giftum at fáa hjúnabandið signað í kirkjuni.

Tað var hann eisini, sambært Mentamálaráðnum, í fyrra uppskotinum. Skal fólkakirkjan signa borgaraliga gift samkynd, skal hon fyrst gera eitt ritual til tess, og tað skal góðkennast í landsstýrinum. 

Eingin broyting í galdandi lóg 

Sambært lógaruppskotinum, sum nú fer í Løgtingið, verður grein 14, annað stykki, soljóðandi:

"Hjún í borgarliga stovnaðum hjúnalagi kunnu, í tann mun fólkakirkjan hevur løggild ritual til tess, lata sóknarprest signa hjúnalagið. Landsstýrismaðurin ásetir greiniligari reglur um hetta.” 
  
Fólkakirkjan hevur einki løggilt ritual at signa samkynd. Og samanumtikið er eingin broyting í galdandi hjúnabandslóg. Hinskynd hava sama rætt sum tey hava havt síðani 1938.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 16. mars
Norðurljóð 16.mars 2026
205382
Mánadag 16. mars
RagnarRokk: Chase Wilson um Endless
205697
Mánadag 16. mars
Fótbóltsprát
205696
Mánadag 16. mars
Andgletturin
205678
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 16. mars
Veðrið
205709
Mánadag 16. mars
Framsókn í heita stólinum (1:7)
205698