- Tíðindi, mentan og ítróttur
Semja um at herða reglur um tilhald
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/45db9f5a9f77641af369544c5c96764d.png?itok=ETTqyYDZ)
Øll rættarnevndin tekur undir við uppskotinum hjá Akseli V. Johannesen, løgmanni, um at herða reglurnar um tilhald, til tess at verja persónar fyri ágangi, forfylging og tráfylging - tað sum eisini verður nevnt stalking.
Higartil hevur bara borið til at áleggja tilhald, men nú kann eisini áleggjast uppihaldsforboð, og í ávísum førum at vísa persóni burtur úr heimi sínum í fýra vikur.
Grundarlagið undir uppskotinum er m.a. tilmæli frá bólkinum, sum gjørdi álit um harðskap í parlagi og nærsambondum.
Seinastu fimm árini hevur løgreglan fingið tilsamans 49 umbønir um at áleggja tilhald, og hesi árini eru skrásett 33 brot á álagt tilhald.
Í 2015 vóru 16 umbønir um tilhald, og trý brot vórðu skrásett.
Hjúnafelagar og sambúgvar
Løgreglan sigur, at tilhald er vanligast í málum, har trupulleikar eru millum hjúnafelagar ella sambúgvar í sambandi við hjúnaskilnað, har partarnir ikki finna stevið aftaná.
Eitt tilhald hevur gildi í fimm ár, ella til tað fellur burtur, ti parturin, sum hevur biðið um tilhaldið, tekur sambandið uppaftur við tann, sum hevur fingið tilhald.
Ein óalmennur stalking-bólkur við umleið 20 fólkum er í Føroyum. Hetta eru persónar, sum hava verið, ella framvegis verða tráfylgdir, stalkaðir.
Bólkurin hevur upplýst, at eftir teirra meting eru umleið 40-50 persónar, sum eru tráfylgdir í Føroyum.
Átkvøtt verður í málinum um at herða reglurnar um tilhald í aðru viku, tá uppskotið kemur til aðru viðgerð.