Samráðast enn

Samráðast enn
Hóast friðarligt í Fiskimálaráðnum í dag, eru realtitetsamráðingar enn við Sambandsflokkin, sigur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum
 
17.02.2017 - 14:18

Tíðin er um at ganga undan hjá hjá Høgna Hoydal, sum skal leggja uppskotið fyri løtingið í seinasta lagi  týsdagin 28. februar klokkan 14, skal uppskotið viðgerast í hesi tingsetuni.

Evstamark fyri at leggja lógaruppskot fram er 7. mars, og frammanundan skal uppskotið helst hava verið til hoyringar. Tað kann tó gerast neyðugt at leggja uppskotið fyri tingið, uttan at hoyringarumfarið er liðug, sigur Høgni Hoydal í dag. 

Í gjár boðaði Jógvan Skorheim, formaður í Nýggjum Sjálvstýri frá, at hann er til reiðar fara upp í samráðingarnar, sum annars bara hava verið millum samgonguna og Sambandsflokkin seinastu tíðina.

Uppskotið kanska í tingið

- Kann Nýtt Sjálvstýri verða við til at avmarka víðfevnda arbeiðssetningin í samgonguskjalinum og avmarka uppboðssøluna, so vilja vit tað.

- Eg vil lata hurðina á glopp, men tað stendur til landsstýrismannin, um hann tekur av, og er hugaður at fáa eina breiða semju um fiskivinnuna, sigur Jógvan Skorheim í tíðindaskrivi til miðlarnar.

Hetta hevur tó ikki broytt samráðingarstøðuna millum samgonguna og Sambandsflokkin, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum.

- Vit eru í realitetssamráðingum við Sambandsflokkin, og tær samráðingarnar skulu vera lidnar fyrst, sigur landsstýrismaðurin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. september
Filosofiskur 3. partur
213777
Leygardag 26. september
Jambalaja - 260926
213836
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650