Kringvarpið sendir íslendska Grand Prixið

Kringvarpið sendir íslendska Grand Prixið
Tá Kristina Bærendsen fer at syngja í íslendska Grand Prixinum, ber til hjá føroyingum at síggja hana í føroyska sjónvarpinum
Kringvarpið sendir bæði undanumførini og finaluna í íslendska Grand Prixinum
 
24.02.2017 - 13:07

Kristina Bærendsen skal saman við Páll Rósinkranz syngja í íslendska Grand Prixinum, sum byrjar í kvøld. Sangurin, sum tey bæði syngja, eitur You and I. 

Sangkappingin er skipað í tveimum undanumførum og einari finalu. Fyrra undanumfar verður í kvøld, leygarkvøldið. Tað verður sent forskotið og byrjar klokkan 21, meðan tað seinna verður um eina viku. Kristina og Páll eru í seinna undanumfarinum, sum Kringvarpið samsendir við RUV, og verða tey sostatt at síggja leygarkvøldið 4/3 klokkan 19:45 . 

Forskotin finala

Sjálv finalan í íslendska Grand Prixinum verður leygarkvøldið 11. mars. Men av tí at FMA, føroysku tónlistavirðislønirnar, verða handaðar sama kvøld, og tiltakið verður sent beinleiðis í sjónvarpinum, sendir Kringvarpið finaluna í Íslandi beint eftir tiltakið.

Føroysku hyggjararnir verða sostatt ikki snýttir fyri at síggja Kristinu í finaluni, um hon syngur seg í hana um eina viku. Hon verður bara ikki send samstundis, sum íslendska kringvarpið sendir hana. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 28. juni
Bolero
210236
Sunnudag 28. juni
Guðstænasta í Rituvíkar kirkju
210233
Leygardag 27. juni
Morgunlestur leygardagur 27.juni 2026
209944
Leygardag 27. juni
Radio Stjernekilde - Partur 6
209135
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107