Nýggj kirkja byggjast á Glyvrum

Nýggj kirkja byggjast á Glyvrum
Gamla kirkjan á Glyvrum er gomul og slitin, og nýggi parturin hevur ikki fingist at rigga. Nýggj kirkja skal nú byggjast
Tað verður ov kostnaðarmikið at umbyggja og nútímangera Glyvra kirkju. Tí skal ein nýggj kirkja byggjast, ið fer at kosta umleið 60 milliónir krónur
 
27.02.2017 - 17:47

Nýggj kirkja skal nú byggjast á Glyvrum, og í kvøld hevur Glyvra kirkjuráð almennan kirkjuliðsfund um bygging av nýggjari kirkju

Gamla kirkjan á Glyvrum er frá 1927. Bygt varð upp í kirkjuna í 1981, men hetta eydnaðist ikki so væl. 

Gamla kirkjan er gomul og slitin, og nýggi parturin hevur ikki fingist at rigga, sigur formaðurin í Glyvra kirkjuráði, Hans Jákup Lamhauge.

Ov dýrt at byggja um

Kirkjuráðið, sum sat í 2000, royndi at finna fram til, hvussu hetta kundi bøtast, og hvussu kirkjan kundi samansjóðast betur, so hon gjørdist ein eind.

Niðurstøðan var, at tað bleiv ov dýrt, og kirkjuráðið tók tá støðu til, at tað loysti seg betur at byggja nýtt í staðin.

Gamla kirkjan verður standandi og verður brúkt, til nýggj kirkja er bygd beint við; tá verður gamla kirkjan tikin niður.

Kostar umleið 60 milliónir

Kirkjuráðið skal sjálvt syrgja fyri einum triðingi, ið skal rindast kontant sum eginpeningur, og próvstadømisráðið skal rinda ein triðing.

Vónað hevur verið var, at Mentamálaráðið skal rinda ein triðing, men Hans Jákup Lamhauge dugir ikki at siga, hvussu verður við hesum.

Hans Jákup Lamhauge vónar, at ein nýggj kirkja á Glyvrum kann standa klár um fýra ár, men tað veldst um fígging og onnur viðurskifti, sum skulu fáast upp á pláss, og tað er hetta, sum fundurin fyri kirkjuliðnum í kvøld millum annað skal snúgva seg um.

Glyvrafólk kunnu fegnast

Posted by Kringvarp Føroya on 28. Februar 2017
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 4. oktober
Møti í Filadelfia í Gøtu
214246
Sunnudag 4. oktober
Guðstænasta í Gøtu kirkju
214240
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162