Viðgera uppskot um hækkaðan botnfrádrátt

Viðgera uppskot um hækkaðan botnfrádrátt
Botnfrádrátturin í kommunuskattinum skal verða 65.000 krónur eins og í landsskattinum, heldur politiskur flokkur. Tingið viðger nú uppskotið
Løgtingið fer í dag at viðgera eitt uppskot frá Fólkaflokkinum um at heimila kommununum at hækka botnfrádráttin í kommunuskattinum
 
02.03.2017 - 09:58

Løgtingið fer í dag at viðgera eitt uppskot frá Fólkaflokkinum um at heimila kommununum at hækka botnfrádráttin í kommunuskattinum upp í 65.000 krónur eins og gjørt er í landskattinum.

Fólkaflokkurin sigur, at tá flatskatturin varð settur í í gildi, hækkaði botnfrádrátturin í landsskattinum úr 30.000 upp í 65.000 kr. Tað hevði við sær, at inntøkur undir 65.000 krónur rinda ikki landsskatt.

SÍ EISINI Vilja hækka botnfrádráttin

Men botnfrádrátturin í kommunuskattinum er óbroyttur. Lægstu inntøkurnar rinda bara kommunuskatt, og tí hava hesar inntøkur ongan bata fingið, sigur Fólkaflokkurin.

Fólkaflokkurin sigur, at hækka allar kommunurnar botnfrádráttin 1.000 kr., vísir ein meting, at tað fer at kosta kommununum átta millónir kr. í mistum inntøkum um árið.

Skotið verður upp, at lógarbroytingin skal koma í gildi 1. januar 2018.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. juli
HM-tíðindi 040726
210516
Leygardag 4. juli
Radio Stjernekilde - Partur 7
209133
Fríggjadag 3. juli
Vikuskiftið 3. juli 2026
210491
Fríggjadag 3. juli
HM-tíðindi 3. juli 2026
210478
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. juli
Veðrið
210489
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360