KÍF vann tvey týdningarmikil stig

KÍF vann tvey týdningarmikil stig
KÍF er enn væl við í kappingini um FM-finalupláss. Í dag vunnu teir á StÍF.
 
05.03.2017 - 17:53

KÍF styrkti í dag um sína støðu í stríðnum um at koma í FM-finaluna.

Kollfirðingar vunnu 28-21 á StÍF í høllini á Skála. Hálvleiksstøðan var tó 13-12 til heimaliðið.

Sveinur Justinussen bleiv toppskjútti fyri StÍF við ellivu málum. Rúni Joensen bleiv toppskjútti fyri KÍF við sjey málum.

KÍF er nú fýra stig frammanfyri VÍF, sum er á triðja plássi. Kollfirðingar hava tó spælt tveir dystir fleiri enn vestmenningar.

Í hinum dystinum, sum bleiv spældur í FTZ-deildini í dag, vann Kyndil 26-21 á Neistanum.

Støðan:

1. H71, 27 stig, 17 dystir

2. KÍF, 25 stig, 18 dystir

3. VÍF, 21 stig, 16 dystir

4. Kyndil, 20 stig, 17 dystir

5. Neistin, 17 stig, 18 dystir

6. StÍF, 11 stig, 18 dystir

7. Team Klaksvík, 1 stig, 18 dystir

Komandi dystir:

12.03.2017: VÍF-Team Klaksvík

12.03.2017: H71-StÍF

12.03.2017: Kyndil-KÍF

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211530
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375