Borgararættindi í ES og Bretlandi ovast á skránna

Borgararættindi í ES og Bretlandi ovast á skránna
Hugsandi er, at Theresa May, forsætisráðharri, longu týsdagin kemur við formligi fráboðanini, at Bretland sigur upp ES-limaskapin
Mynd: Savnsmynd  
 
12.03.2017 - 13:06

Borgararættindini í Bretlandi og Evropa verða ovast á skránni, tá samráðingarnar byrja um viðurskiftini aftaná at Bretland er farið úr ES. Tað sigur bretski ráðharrin David Davis, ið hevur ábyrgdina av málinum.

Nógvir ES borgarar búgva í Bretlandi, ikki minst eystur-evropearar, t.d. pollendingar, ið eru komnir til Bretlands at arbeiða. Og á sama hátt eru nógvir bretar bússettir í ES londum - ikki minst teir, ið eru fluttir til Suðurspania sum pensiónistar.

David Davis segði í samrøðu við BBC í morgun, at bretska stjórnin fyrireikar eina tilbúgvingarætlan, um tað ikki eydnast Bretlandi at fáa eina nóg góða avtalu við ES.

Í morgin fer bretska Undirhúsið aftur at viðvera lóggávuna um afturtøku-treytirnar, eftir at Yvirhúsið hevur kravt, at ES borgarar í Bretlandi verða betri vardir fyri broytingum, sum uppsøgnin av bretska ES limaskapinum kann hava við sær.

Vilja atkvøða um endaligu treytirnar

Haraftrat hava lordarnir í Yvirhúsinum kravt, at bretska stjórnin skrivliga bindur seg til at geva parlamentinum rætt at atkvøða um endaligu treytirnar, áðrenn Bretland fer úr ES.

Men Theresa May, forsætisráðharri, vil ongar bindingar hava lagdar á seg undan samráðingunum, og tí skal Undirhúsið enn einaferð taka støðu til lógaruppskotið, nú Yvirhúsið hevur broytt tað.

Theresa May hevur sagt, at hon fer at taka Bretland úr ES, líka mikið um parlamentið tekur undir við treytunum ella ikki.

Theresa May hevur tó sagt, at parlamentið fer at fáa ávirkan, men sum forsætisráðharri fer hon heldur frá samráðingarborðinum enn at góðtaka eina vánaliga avtalu. Og góðtekur Parlamentið ikki úrslitið, hon leggur fram, ætlar hon sær ikki aftur til Brússel, sigur hon.

Samtykkir Undirhúsið lógina í morgin eru hugsandi, at Theresa May, forsætisráðharri, longu týsdagin kemur við formligi fráboðanini, at Bretland sigur upp ES limaskapin, og frá tí degi byrjar tilgondin, sum fyriskrivað er í grein 50 í viðtøkunum, tá eitt limaland sigur upp limaskapin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444