Eiga at stovna lønargrunn

Eiga at stovna lønargrunn
Landsstýrið eigur at kanna møguleikarnar fyri at stovna ein lønargrunn fyri stórmeistarar í talvi.
 
22.03.2017 - 09:55

Landsstýrið eigur at kanna møguleikarnar fyri at stovna ein lønargrunn fyri stórmeistarar í talvi.

Tað heldur Mentanarnevndin hjá løgtinginum.

Nevndin hevur lagt fram álit í málinum um at stovna lønargrunn fyri stórmeistara í talvi. Tað er Jákup Mikkelsen, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, ið hevur lagt málið fram.

Mentanarnevndin skrivar í áliti sínum, at landsstýrið og politiska skipanin arbeiða við langtíðar felagsleisti fyri úrvalsavrik, og at játtanin til talvsambandi er hækkað trýhundraðtúsund krónur.

Harumframt er Talvsamband Føroya longu er byrjað at arbeiða saman við stórmeistaranum um ein menningarleist fyri talv við hækkaðu játtani.

Tí mælir meirilutin í Mentanarnevndini uppskotið, so at 

"Løgtingið heitir á landsstýrið um at kanna møguleikarnar fyri at stovna lønargrunn stórmeistara í talvi og leggja møgulig lógaruppskot fyri Løgtingið. Harafturat heitir Løgtingið á landsstýrið um at kanna møguleikan at samskipa eina tílíka stuðuls- og samsýningarskipan við úrvalsavrik innan onnur øki”.

Ein samd Mentanarnevnd tekur undir við broytingini, og mælir løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Reyðir kjálkar
216033
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096