Skylda einki uttanlands

Skylda einki uttanlands
Nú finst eingin føroysk kommuna, sum hevur lán í útlendskum feløgum. Tær báðar síðstu kommunurnar hava goldið lánini aftur
Kommunurnar í Føroyum hava nú onga uttanlandsskuld. Runavíkar kommuna og Sands kommuna hava í hesum døgum fingið kvittan fyri, at øll teirra skuld í felagnum KommuneKredit er goldin aftur
 
23.03.2017 - 16:47

Kommunurnar í Føroyum hava nú onga uttanlandsskuld. Nú finst eingin føroysk kommuna, sum hevur lán í útlendskum feløgum. Runavíkar kommuna og Sands kommuna hava í hesum døgum fingið kvittan fyri, at øll teirra skuld í felagnum KommuneKredit er goldin aftur.

Hesar báðar kommunurnar vóru tær síðstu í Føroyum, sum høvdu lán í felagnum. Tað skrivar Fíggjarmálaráðið á heimasíðuni. Upprunaliga skyldaði Sands Kommuna 17,3 milliónir krónur og Runavíkar kommuna fimm milliónir krónur.

Tær fimm milliónir krónurnar vóru upprunaliga eitt lán hjá Oyndarfjarðar kommunu, sum seinni legði saman við Runavíkar kommunu.

Landskassin veðheldur ikki longur

Fyrsta lánið, sum KommuneKredit gav føroyskari kommunu, var í 1911. Og nú meira enn 100 ár seinni eru øll føroysku kommunulánini í felagnum afturgoldin.

At allar føroyskar kommunur nú eru loystar úr samábyrgdini í KommuneKredit merkir eisini, at landskassin nú eisini er loystur frá veðhaldi fyri lánini. 

Galdandi lógargrundarlag hjá Kommunekredit loyvir ikki longur lánsveiting til føroyskar kommunur, stendur á heimasíðuni hjá Fíggjarmálaráðnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418
Týsdag 30. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174398
Sunnudag 28. apríl
Andakt við Jóhan Peturi Johannesen
174283