Viðgera uppskot um bústaðir

bannari
Viðgera uppskot um bústaðir
Tingið skal nú viðgera eitt uppskot frá einum flokki um at byggja meira enn 100 bústaðir til menningartarnað og fjølbrekað
Lítið og einki er bygt síðstu 40 árini. Tí skjýtur Miðflokkurin upp at gera 106 nýggjar bústaðir til menningartarnað og fjølbrekað fólk í Føroyum. Tingið skal nú viðgera uppskotið
 
27.03.2017 - 17:46

Løgtingið fer í morgin at viðgera eitt uppskot frá Miðflokkinum um at byggja 106 bústaðir til menningartarnað og fjølbrekað í Suðurstreymi næstu fýra árini fyri til samans 212 milliónir krónur, tá innbúgv og útgerð er íroknað.

Bústaðirnir skulu vera sjálvstøðugar búeindir, 35 til 60 fermetrar til støddar, við egnari inngongd, køki og baði.

Jenis av Rana og Bill Justinussen siga í viðmerkingunum til uppskotið, at sambært almannaverkinum eru bústaðarviðurskiftini hjá menningartarnaðum og teimum, sum bera brek, so nógv afturúrsigld, at skal stigið verða nøktandi og virðiligt, er neyðugt við 212 milliónum kr.

Serliga ring í Suðurstreymoy

Serliga eru tað umstøðurnar hjá teimum, sum búgva í Suðurstreymi, sum eru út av lagi vánaligar, tí har er lítið og einki bygt, síðani Eirargarður varð tikin í nýtslu fyri 40 árum síðani.

Miðflokkurin heldur ikki, at tað er ein góð loysn at umvæla Eirargarð fyri 25,5 milliónir krónur, tí sjáldan heldur prísurin, tá gamalt verður umvælt. Umvælingin av Eirargarði kann lættliga fara at nærkast teimum 40 milliónunum, tá avtornar. 

Tað er at spilla pening burtur at brúka 30-40 milliónir kr. til ein bygning, ið ætlanin er bara skal brúkast í fá ár, sigur Miðflokkurin. Bíðilistin til vardan bústað í Suðurstreymi er 106 fólk, og tá eru tey, sum búgva í sambýlum, ikki tald við, sigur Miðflokkurin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. juli
HM-tíðindi 4. juli 2026
210516
Leygardag 4. juli
Radio Stjernekilde - Partur 7
209133
Fríggjadag 3. juli
Vikuskiftið 3. juli 2026
210491
Fríggjadag 3. juli
HM-tíðindi 3. juli 2026
210478
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf dreingir 17-18
210521