Nýggjur sáttmáli undirskrivaður

Nýggjur sáttmáli undirskrivaður
Navigatørar, ið sigla við strandfaraskipunum, hava fingið nýggjan eitt árs sáttmála
 
30.03.2017 - 14:39

Skipara- og Navigatørfelagið og Fíggjarmálaráðið skrivaðu mikukvøldið undir nýggjan sáttmála fyri navigatørar við skipunum hjá Strandferðsluni.

Talan er um ein eitt árs sáttmála, galdandi frá 1. oktober í fjør til 1. oktober í ár.

Sáttmálin tekur støði í sama karmi, sum onnur alment lønt hava fingið. Lønin hækkar 0,55 prosent og eftirlønin hækkar upp í 11,0 prosent.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 30. juni
Ung lesa 1.partur - Rúnaspá
210339
Týsdag 30. juni
HM-tíðindi 30. juni 2026
210331
Týsdag 30. juni
Morgunlestur týsdagur.
210270
Mánadag 29. juni
Við Tórði á skørutúri
210291
Nýggjastu sendingar í SV