Les teg klókari her: A-Ø um játtanarkarmar

Les teg klókari her: A-Ø um játtanarkarmar
Játtanarkarmarnir hjá landinum verða lagdir fram klokkan 10 í morgun. Ivast tú í, hvat alt tað snýr seg um? Les meira her
Játtanarkarmarnir verða lagdir fram í morgun, men veitst tú, hvat tað snýr seg um? Les teg klókari her
 
31.03.2017 - 09:15

Játtanarkarmar eru grundarlagið undir fíggjarlógaruppskotinum, sum skal leggjast fyri Løgtingið innan 1. oktober.

Á sama hátt, sum eitt húsarhald hevur eitt budgett, hevur landið eisini eitt budgett við inntøkum og útreiðslum, tað er fíggjarlógin.

Fíggjarlógin sigur, hvussu nógv landið væntar at fáa inn av peningi, hvussu nógvar útreiðslur eru, hvat peningurin skal nýtast til, hvat má útsetast, tí peningurin ikki er til tað, hvat skal sparast upp av peningi o.s.fr.

Men longu nú ber til at fáa eina hóming av, hvat politikararnir ætla at gera av íløgum, hvussu nógv tey ætla at brúka, hvussu nógv tey vænta at fáa inn osfr, tí tað kemur at standa í játtanarkørmunum, sum verða lagdir fram í dag.

Játtanarkarmarnir er eitt uppskot til samtyktar. Tað vil siga, at tað er ikki ein lóg, men eitt grundarlag ella ein vegleiðing um, hvussu pengarnir skulu brúkast komandi ár. Hesum verður so hugt eftir, tá fíggjarlógaruppskotið verður gjørt.

Onkuntíð verða broytingar gjørdar í fíggjarlógaruppskotinum, í mun til tað, sum stendur í játtanarkørmunum. Til dømis løgdu játtanarkarmarnir eitt árið upp til, at pensjónsaldurin skuldi hækka, men undirtøka var ikki fyri hesum í samgonguni; og tí kom hetta ikki í fíggjarlógaruppskotið.

Fíggjarlógin er ein lóg. Av tí, at tað er ein lóg, skal hon haldast.

Bæði játtanarkarmar og fíggjarlóg verða gjørd á hvørjum ári.

Tað er grein 54 í Tingskipanini, sum sigur, at uppskot til játtanarkarmar fyri fíggjarlógini komandi ár skal verða lagt fram innan 1. apríl. 

Uppskotið til fíggjarlóg fær altíð tríggjar viðgerðir í Løgtinginum, tí tað er eitt lógaruppskot.

Uppskot til samtyktar fær tvær viðgerðir.

Tað er samgongan, ið leggur bæði fíggjarlógaruppskotið og uppskotið um játtanarkarmar fram.

Játtanarkarmarnir skulu verða samtyktir áðrenn Løgtingið fer í summarfrí í apríl/mai. Fíggjarlógin skal verða samtykt áðrenn 31. desember, tí hon kemur í gildi 1. januar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. mars
Góðan morgun Føroyar
205563
Fríggjadag 13. mars
Morgunlestur fríggjadagur 13.mars 2026
205071
Hósdag 12. mars
RagnarRokk 12.mars 2026
204780
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 13. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205561
Hósdag 12. mars
Veðrið
205547
Hósdag 12. mars
Andglettur - Framsókn
205513
Hósdag 12. mars
Tá røktin ikki røkkur
205491
Mikudag 11. mars
Úr Sjarpholinum til Bangkok (5:5)
204320