USA svarar nú aftur í Sýria

USA svarar nú aftur í Sýria
USA hevur skotið 59 Tomahawk-rakettir móti eini sýriskari flogstøð nærindis býnum Homs í Sýria
Mong børn vóru millum tey eitraðu og deyðu týsdagin. Fyrst fingu tey andaneyð, spýðu, og so kvaldust tey.
Mynd: AP-tíðindastovan  
 
07.04.2017 - 06:50

Álopið er aftursvar til tað, sum amerikanarar halda: - at sýriskar stjórnardeildir framdu eiturgass-álop í Idlib-økinum týsdagin, skrivar NBC News

Í eiturgassálopinum doyðu í minsta lagi 86 fólk, - teirra millum 30 børn.

Málið hjá amerikanarum var ein flogstøð hjá sýriskum stjórnardeildum, sum amerikanarar halda, skipaði fyri eiturgass-álopinum móti Idlib týsdagin.

Okkurt má henda

Í gjár segði amerikanski forsetin, Donald Trump, at okkurt má gerast við sýriska forsetan, Bashar al Assad. 

- Eg haldi, at tað, sum hendi í Sýria, er skemd móti mannaættini. Assad er har, og eg gangi út frá, at hann stýrir øllum, tá slíkt skal henda, segði Trump.

Samstundis legði amerikanski uttanríkisráðharrin, Rex Tillerson, í gjár dent á, at USA fer at koma við hóskandi aftursvari til deyðiliga álopið í Sýria týsdagin.

- Tað er óvist, hvønn leiklut Assad hevur. Og við handlingunum hjá honum, kann tað tykjast, sum um hann ikki megnar leiklutin at leiða sýriska fólkið, segði Tillerson, sambært DR.dk.

Luftálopið er fyrsta beinleiðis hernaðarliga stigið, sum USA hevur tikið móti Bashar al Assad forseta í seks ára drúgva borgarakrígnum í Sýria.

Fordøma og stuðla

Iran fordømir amerikanska rakett-álopið móti sýrisku støðini, skrivar ISNA-tíðindastovan. 

- Tað fer at styrkja yvirgangsfólk og ger støðuna verri í økinum, sigur talsmaður fyri iranska uttanríkisráðið.

Bretskir myndugleikar stuðla fult og heilt amerikanska álopinum í Sýria, boðar Downing Street frá, sambært Reuters-tíðindastovuni.

Turkiski varaforsætisráðharrin, Numan Kurtulmus, sigur, at Turkaland vónar, at amerikanska álopið fer at fáa frið í økinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870