- Tíðindi, mentan og ítróttur
Russiskt hernaðarskip til Sýria
Russiskt hernaðarskip til Sýria
Støðan í Sýria er blivin spentari aftaná amerikanska álopið í gjár

08.04.2017 - 11:55
Í gjar sendu amerikonsk herðnaðarskip 59 sonevndar Tomahawk krússararakettir móti einari sýriskari flogstøð. Orsøkin sambært Donald Trump, forseta, var, at kemisk vápn vóru brúkt móti sivilum í einum álopið í býnum Khan Sheikdoun 4. apríl, tá 86 fólk doyðu.
Russland hevur tikið frástøðu frá amerikanska álopinum, sum sambært russum var eitt brot á altjóða lóg, umframt at tað var skaða fyri sambandið millum USA og Russland.
CNN veit í dag, at siga, at Russland nú eisini hevur sent eitt herðnaðarskip við krússararekettum til Miðjarahavið.
Sambært CNN hevur Russland lovað sýrum at hjálpa til við at tryggja luftverjuna yvir flogstøðina, sum amerikanarar lupu á.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV



























