Halgidagslógin: Ikki dansa á skeinkistøðum í kvøld

Halgidagslógin: Ikki dansa á skeinkistøðum í kvøld
Tað er ikki loyvi at dansa, spæla ella gera nakað, sum minnir um tað, sum nevnist "offentlige forlystelser" á skeinkistøðunum.
 
15.04.2017 - 10:11

Tað kostar at rætta løgregluni longulong.

Tað mátti ein maður í høvuðsstaðnum sanna í nátt.

Hann fær 600 krónur í bót fyri at rætta fingurin, tá løgreglubilurin koyrdi framvið.

Hann er hin einasti. Tí fólk skikkaðu sær væl í nátt, sigur vakthavandi á politistøðini.

Løgreglan vitjaði skeinkistøð í mið- og norðurøkinum í nátt. Har var einki at finnast at.

Ikki dansa

Í kvøld og í nátt er arbeiðsuppgávan ein onnur. 

Tá er ikki loyvi at dansa, spæla ella gera nakað, sum minnir um tað, sum á donskum í halgidagslógini nevnist "offentlige forlystelser" á skeinkistøðunum, sum kortini hava loyvi at skeinkja.

Fyrranáttina fóru tríggir mans til hendurs í eini morgunveitslu. Tveir ímóti einum. Offurið var til avhoyringar á løgreglustøðini í gjár, og løgreglan væntar at práta við hinar báðar seinni í dag.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. mars
Andgletturin
205568
Fríggjadag 13. mars
Góðan morgun Føroyar
205563
Fríggjadag 13. mars
Morgunlestur fríggjadagur 13.mars 2026
205071
Hósdag 12. mars
RagnarRokk 12.mars 2026
204780
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 13. mars
Andgletturin - Sambandsflokkurin
205567
Fríggjadag 13. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205561
Hósdag 12. mars
Veðrið
205547
Hósdag 12. mars
Andglettur - Framsókn
205513
Hósdag 12. mars
Tá røktin ikki røkkur
205491