Útlánini minka, innlánini vaksa

Útlánini minka, innlánini vaksa
Tað gongur framvegis væl hjá BankNordik, sum í dag kunnger roknskapin fyri fyrsta ársfjórðingin í ár
 
02.05.2017 - 08:03

Úrslitið hjá samtakinum er 57 mió. kr. fyri skatt, tað var 25 milliónir í fjør, og 43 milliónir eftir skatt. Okkurt um helvtin, 27 milliónir fyri skatt, stavar frá virkseminum í Grønlandi og Danmark. 

Hóvligi útlánsvøksturin er orsøkin til góðu gongdina, sigur Árni Ellefsen, forstjóri. Í fyrsta ársfjórðingi vóru rentuinntøkurnar undir støðugum trýsti, men inntøkurnar frá tænastugjøldum eru vaksnar nakað. 

BankNordik hevði ikki eina krónu í niðurskrivingum av útlánum í fyrsta ársfjórðingi í ár. Triðingur av útlánunum er vinnulán, tveir triðingar eru lán til fólk, sum millum annað byggja. 

Útlánini í fyrsta ársfjórðingi í ár vóru 802 milliónir minni enn í fyrsta ársfjórðingi í 2016. Men innlánini vuksu 200 milliónir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 23. juli
Morgunlestur hósdagur
211202
Mikudag 22. juli
Summarbeiti 22. juli 2026
211207
Mikudag 22. juli
Morgunlestur mikudagur
211166
Týsdag 21. juli
Millum tøkini #14: Sundalagsstevna
211178
Týsdag 21. juli
Summarbeiti 21. juli 2026
211171
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097