Tveir mans sita avbyrgdir

Tveir mans sita avbyrgdir
Tveir mans sita nú avbyrgdir eftir grundlógaravhoyring um knívstungurnar leygarnáttina. Harafturat eru tveir mans afturat handtiknir
 
07.05.2017 - 09:36

Løgreglan hevur handtikið tveir mans afturat í málinum um mannin, sum varð illa stungin leygarnáttina í Havn. Og harafturat skulu hinir báðir, sum vórðu handtiknir stutt eftir tilburðin sita í varðhaldi í fýra vikur, harav avbyrgdir í eina viku. 

Tað sigur vaktsjefurin hjá løgregluni í morgun. Báðir menninir vórðu handtiknir seint í gjárkvøldið í Havn, og enn er eingin avgerð tikin, um teir skulu til grundlógaravhoyring ella ei.

Hinir báðir menninir, sum var til grundlógaravhoyring í gjárkvøldið, eru varðhaldsfongslaðir í fýra vikur, harav fyrstu vikuna skulu teir sita avbyrgdir.

Maðurin hevur tað gott

Tað var um eitt tíðina leygarnáttina, at løgreglan fekk fráboðan um, at ein maður lá á vegnum úti við Landavegin í vesturbýnum í Havn. 

Maðurin varð stungin og skorin fleiristaðni og bløddi illa. Maðurin varð fluttur á sjúkrahús og varð seinni lagdur undir skurð. Men í dag hevur hann tað gott eftir umstøðunum.

Løgreglan hevur vitjað á sjúkrahúsinum og gjørt innleiðandi avhoyringar fyri at fáa hansara fatan av tí, sum hendi í eini roynd at vita, um tað samsvarar við ta fatan, ið løgreglan hevur.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. juli
HM-tíðindi 3. juli 2026
210478
Fríggjadag 3. juli
Morgunlestur
210452
Hósdag 2. juli
RagnarRokk 2.juli 2026
210388
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360