100 lond rakt av telduálopi

100 lond rakt av telduálopi
Álopið er higartil tað mest umfatandi, sum er framt móti privatum og almennum stovnum, og endamálið er at noyða pengar frá teimum
 
13.05.2017 - 10:00

Nærum 100 lond vórðu álopin í einum áltjóða telduálopi í gjár. Stovnar og fyritøkur, sum eru raktar, eru biðin um at gjalda millum 300 og 600 dollarar fyri at sleppa fram at sínum teldum aftur, og loysigjaldið skal vera í sokallaðum bitcoin, sum er eitt talgilt gjaldoyra, sum kann nýtast uttan um bankaskipanina. 

Sambært KT-trygdarfyritøkuni AVAST eru meira enn 75.000 teldur raktar í 99 ymiskum londum. Tær flestu teldurnar eru í Ruslandi, Taiwan og Ukraina, men eisini lond sum Danmark, Noreg og Svøríki hava boðað frá, at tey eru rakt. 

Harðast rakt er bretska heilsuskipanin, og fleiri sjúkrahús í Bretlandi hava stórar trupulleikar við kt-skipanum eftir álopið, og tað hevði við sær ruðuleika á sjúkrahúsum í gjár. Eitt nú høvdu tey ikki atgongd til upplýsingar um sjúklingar, skrivar BBC.

Forritið, sum er nýtt til álopið, verður hildið at vera sokallaða "Wannacry", sum sigst vera stolið frá amerikansku fregnartænastuni, NSA, og tað kann nýtast til trygdarhol í skipanum frá Microsoft. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Leygardag 5. september
Heilsuhornið
212604
Fríggjadag 4. september
Vikuskiftið 4 sept 2026
212745
Fríggjadag 4. september
LEITISSTEIN 04.09.2026 (Fríða Saiya)
212738
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572