Løgtingið úr at gera

Løgtingið úr at gera
Yvir 60 mál eru eftir hjá tinginum at avgreiða í vár. Løgtingið skal atkvøða um 18 tingmál á fundinum seinnapartin
59 mál eru eftir at avgreiða í hesari tingsetuni. Bara seinnapartin skal Løgtingið atkvøða um 18 tingmál
 
15.05.2017 - 08:03

Nøkur mál hava aðru viðgerð og onnur triðju og seinastu viðgerð. Men enn er langt eftir á mál hjá Løgtinginum.

Sambært tinglistanum á heimasíðuni hjá Løgtinginum eru 59 mál eftir at avgreiða í hesi tingsetuni. Og nøkur koma afturat. 

Tað hevur ljóðað í tinginum, at samgongan kemur við sjey uppskotum afturat, millum annað er ein eykajáttanarlóg á veg. Sambandsflokkurin hevur boðað frá, at hann kemur við einari fiskivinnunýskipan. 

Ætlanin er, at tá øll málini hava fingið fyrstu viðgerð, fer tingið heim og verður so kallað saman aftur um ein mánað. Tingnevndir kunnu hava mál í ein mánað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. juli
Skratsj 1. juli 2026
210398
Mikudag 1. juli
HM-tíðindi 1. juli 2026
210394
Mikudag 1. juli
Morgunlestur mikudagur.
210323
Týsdag 30. juni
Ung lesa 1.partur - Rúnaspá
210339
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360