Vinnan skal gjalda

bannari
Vinnan skal gjalda
Andstøðumenninir í Vinnunevndini mæla Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið hjá Høgna Hoydal um fiskivinnugrunn
 
15.05.2017 - 10:23

Vinnan skal gjalda, men hon fær onga ávirkan í nýggja Fiskivinnugrunninum. Andstøðumenninir í Vinnunevndini mæla Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið hjá Høgna Hoydal um Fiskivinnugrunn.

Teir siga, at grunnurin skal fíggjast við at áleggja fiskivinnuni tilfeingisgjald, og so vónar landsstýrið, at vinnan sjálv kemur við enn meira peningi.

Men vinnan skal als onga ávirkan hava, tí landsstýrismaðurin skal velja allar fimm limirnar í stýrið hjá grunninum. Vinnan skal bara gjalda, siga Jørgen Niclasen, Bjørn Kalsø, Jákup Mikkelsen og Jógvan Skorheim.

Seks milliónir flytast í nýggjan grunn

Fiskivinnugrunnurin skal fíggja menning, nýskapan, gransking, royndir og verkætlanir í fiskivinnuni. Sambært lógaruppskotinum skulu seks milliónir krónur flytast úr landskassanum í ár í nýggja grunnin.

Ætlanin er so, at vinnan í minsta lagi letur grunninum líka nógv sum landskassin. Andstøðumenninir vísa eisini á viðmerkingarnar frá Løgmansskrivstovuni.

Løgmansskrivstovan heldur tað vera undranarvert, at Fiskimálaráðið við hesum lógaruppskotinum ætlar at gera nýggjan grunn, tí ætlanin er at sleppa sær av við landskassagrunnar. Samgongufólkini í Vinnunevndini mæla tinginum til at samtykkja uppskotið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. mars
Jambalaja - 140326
205627
Leygardag 14. mars
Upp á tá - 130326
205626
Leygardag 14. mars
Telefon til Miðflokkin og Sjálvstýri
205623
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 14. mars
Trapputing í Suðuroy - teknmálstulkað
205622
Leygardag 14. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205619
Fríggjadag 13. mars
Valkøn, fríggjakvøld 13. mars
205615
Fríggjadag 13. mars
Trapputing í Suðuroy
205604