Ótolnast eftir svari

Ótolnast eftir svari
Andstøðuflokkarnir á tingi vilja hava løgmann at svara einari niðurstøðu í kærumáli um hjúnabandslógina áðrenn málið kemur í tingið fríggjadagin
Andstøðuflokkarnir á tingi vilja hava løgmann at svara niðurstøðuni hjá landsstýrismálanevndini í kærumálinum um hjúnabandslógina, áðrenn málið kemur til aðru viðgerð í morgin
 
18.05.2017 - 09:28

Andstøðuflokkarnir á tingi vilja hava løgmann at svara niðurstøðuni hjá landsstýrismálanevndini í kærumálinum um hjúnabandslógina, áðrenn málið kemur til aðru viðgerð í tinginum í morgin. Tá verður eisini atkvøtt í málinum

Miðflokkurin kærdi Aksel V. Johannesen til landsstýrismálanevndina, tí sambært Miðflokkinum hevur løgmaður tulkað stykki 2 í grein 14 í hjúnabandslógini at verða yvirtikið málsøki. Landsstýrismálanevndin er komin til eina niðurstøðu í málinum, og hon er send løgmanni til kunningar.

Tað er sera óheppið, at niðurstøðan frá landsstýrismálanevndini ikki er Løgtinginum kunnug, áðrenn málið kemur til aðru viðgerð í tinginum, siga Bárður Steig Nielsen, Jørgen Niclasen, Kári P. Højgaard og Jenis av Rana í brævinum til Aksel V. Johannesen

Verið til viðgerðar í Mentanarnevndini

Tí heita teir fimm tingmenninir á løgmann um at senda Løgtinginum niðurstøðuna aftur, so Løgtingið eisini fær høvi at kunna seg um hana, áðrenn onnur viðgerð verður í morgin. 

Uppskotið um at broyta hjúnabandslógina soleiðis, at kirkjan sjálv gera av, um hon vil signa borgarliga vígd samkynd, hevur verið til viðgerðar í mentanarnevndini.

Meirilutin í nevndini, samgonguflokkarnir, tekur undir við broytingini. Samgonguumboðini siga, at kirkjan framhaldandi sjálv kann gera av, hvørji borgarliga gift, hon vil signa. 

SI EISINI Løgtingsnevnd tekur undir við lógarbroyting

Lógarbroytingin gevur hvørki boð ella forboð, men virðir kirkjunnar sjálvræði at skipa egnu innaru viðurskifti síni, sigur meirilutin í mentanarnevndini. 

Sambært uppskotinum hjá Mentamálaráðnum kann kirkjan signa tey, sum hon hevur ritual til at signa. Fólkakirkjan hevur einki ritual til at signa borgaraliga vígd samkynd.

Bjørn Kalsø í Sambandsflokkinum mælir frá at samtykkja uppskotið, og Jógvan á Lakjuni í Fólkaflokkinum mælir staðiliga frá at samtykkja tað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089