Avlopið veksur

Avlopið veksur
Bakkafrost samtakið hevði 335 milliónir krónur í avlopi av rakstrinum í fyrsta ársfjórðingi í ár. Tað eru 80 milliónir meira enn í fjør
Avlopið hjá Bakkafrosti var 80 milliónir krónur meira fyrsta ársfjórðingin í ár enn í fjør
 
23.05.2017 - 10:06

Lidnu vørurnar geva tó framvegis hall, 53 milliónir í fyrsta ársfjórðingi, tí laksurin, sum Bakkafrost keypir frá Bakkafrosti til framleiðsluna, er so dýrur. 

Málið hjá Bakkafrosti er, at okkurt um helvtin av fiskinum verður brúkt til lidnar vørur.  Søluavtalur við føstum prísum um lidnar vørur verða gjørdar fyri hálvt ár ella heilt ár í senn. 

SÍ EISINI 425 milliónir í vinningsbýti

Bakkafrost hevur gjørt avtalu um lidnar vørur fyri 39 prosent av væntaðu tøkuni tað, sum eftir er av 2017. Fyritøkan hevði eisini eykakostnað í fyrsta ársfjórðingi, tí nýggja virkið á Glyvrum byrjaði og sjey gomul virki lótu aftur. 

Bakkafrost ætlar at økja virðið á innvølum og øllum avskurði frá laksinum. Bakkafrost ger tí eina nýggja laksamjøls- og lýsisframleiðslu á Havsbrún í Fuglafirði. Hon byrjar væntandi seint í ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. januar
Jambalaja - 240126
203176
Leygardag 24. januar
Vikugesturin: At fáa tað besta burturúr
203171
Leygardag 24. januar
Vikan 24. januar 2026
203169
Leygardag 24. januar
Upp á tá - 230126
203165
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. januar
Veðrið
203155
Hósdag 22. januar
Konsert við Hjarnar
203106
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084
Týsdag 20. januar
Hondbóltur: Føroyar - Slovenia
203138
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979