Føroyskt met í 4x200 metrar frí

Føroyskt met í 4x200 metrar frí
Havnar svimjifelag setti nýtt føroyskt met í 4x200 metrar frí. Teir tóku samstundis eisini landsliðsmetið
Havnar svimjifelag setti nýtt føroyskt met í 4x200 metrar frí
Mynd: Leivur Frederiksen  
 
26.05.2017 - 22:47

Aftur í dag blivu nógvir føroyameistarar funnir í Pálshøll í Vági, har føroyameistarakappingin í langgeil er í hesum døgum.

Í gjár setti Sára Nysted føroyskt met í 200 metrar bringu, og Ægir-kvinnurnar settu met í 4x100 m. blandað, men tað sá ikki út til, at nakað met fór at verða sett í dag.

Men tað hendi tó í allarsíðstu finaluni, tá 4x200 metrar frí finalan hjá monnum var á skránni.

Niels Nattestad, Johan N. Dam, Marius Ihlen Gardshodn og Óli Mortensen svumu so skjótt, at teir skavaðu fleiri sekund av føroyska metinum.

Tíðin hjá teimum var 8.08.47. Har við tóku teir meira enn trý sekund av gamla metinum, sum var 8.11.63

Føroyameistarar á øðrum degi í FM í svimjing á langgeil:

50 m. firvald (kv.)

1.Vár E. Eidesgaard HS 29.13
2.Lív E. Eidesgaard HS 29.87
3.Jana B. Thomsen Ægir 30.21
4.Ásbjørg Hjelm Ægir 31.60
5.Alisa Vestergård Susvim 31.70
6.Maria Antoft HS 32.73

Vár E. Eidesgaard

50 m. firvald (m.)

1.Róland Toftum Susvim 26.30
2.Rókur Trygvason Ægir 27.69
3.Johan Hofgaard HS 30.14
4.Jónas Hansen Reysti 30.26
5.Rani Jacobsen Susvim 31.14
6.Jógvan Jákup Thomsen Flot 32.57

100 m. rygg (kv.)

1.Signhild Joensen Ægir 1.03.78
2.Sára R. Nysted Susvim 1.05.72
3.Brynhild Johannesen Susvim 1.09.68
4.Barbara Debes Ægir 1.11.50
5.Eyðrið Mortensen HS 1.13.02
6.Súsanna T. Justinussen Ægir 1.17.05

100 m. rygg (m.)

1.Hugin Næs Lave Susvim 1.05.55
2.Denis Voropaev Ægir 1.11.58
3.Bartal Debess Susvim 1.11.82
4.Martin Sivertsen Ægir 1.12.35
5.Óðin Jákupsson HS 1.12.48
6.Jónas Hansen Treysti 1.18.11

100 m. bringa (kv.)

1.Ásbjørg Hjelm Ægir 1.17.76
2.Rebekka Trygvadóttir Ægir 1.19.54
3.Sólvá Sigurðsson Ægir 1.21.04
4.Karin Midjord HS 1.22.48
5.Lilja D. Jacobsen Susvim 1.26.71
6.Aimi á Lakjuni Reysti 1.29.66

100 m. bringa (m.)

1.Róland Toftum Susvim 1.07.98
2.Rókur Trygvason Ægir 1.09.71
3.Rani Jacobsen Susvim 1.11.74
4.Bartal E. Eidesgaard HS 1.19.45
5.Jógvan Jákup Thomsen Flot 1.19.88
6.Johan Hofgaard HS 1.20.53

Róland Toftum føroyameistari í 100 metrar bringu

100 m. frí (kv.)

1.Vár E. Eidesgaard HS 59.17
2.Signhild Joensen Ægir 1.00.27
3.Alisa Vestergård Susvim 1.01.26
4.Lív E. Eidesgaard HS 1.02.30
5.Jana B. Thomsen Ægir 1.02.33
6.Brynhild Johannesen Susvim 1.05.29

100 m. frí (m.)

1.Óli Mortensen HS 56.56
2.Johan N. Dam HS 57.89
3.Otto Jacobsen Flot 58.23
4.Bartal E. Eidesgaard HS 59.21
5.Martin Sivertsen Ægir 1.00.67
6.Høgni Hoydal Thomassen HS 1.01.30

400 m. blandað (kv.)

1.Sára R. Nysted Susvim 5.04.67
2.Lilja D. Jacobsen Susvim 6.05.35

Sára Nysted føroyameistari í 400 m. blandað

400 m. blandað (m.)

1.Óli Mortensen HS 4.52.16
2.Hugin Næs Lave Susvim 5.01.18
3.Rani Jacobsen Susvim 5.19.09

4x200 m. (kv)

1.Ægir 1 9.00.99
2.Bluesharks (HS) 9.04.64
3.Susvim gentur 9.13.45
4.Ambassadors (HS) 9.40.22
5. Ægir 2 9.45.82
6.Reysta gellurnar 11.24.48

Ægir-kvinnurnar føroyameistarar í 4x200 frí

4x200 m. (m.)

1.Havnar Svimjifelag 8.08.47
2.Susvim dreingir 9.08.42
3.Ægir 1 9.11.20
4. HS 1 9.17.79
5.Flot  9.36.07

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 17. mars
Valkøn týskvøldið 17. mars 2026
205792
Týsdag 17. mars
Eitt korter við kórtónleiki
205760
Týsdag 17. mars
Morgunlestur týsdagur 17.mars 2026
205617
Mánadag 16. mars
Valkøn mánakvøldið 16. mars
205726
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 17. mars
Veðrið
205784
Týsdag 17. mars
Valkøn, mánakvøldið 16.mars
205758
Týsdag 17. mars
APO00161 - teknmálstulkað
205757
Týsdag 17. mars
Andgletturin - Tjóðveldi
205756