Sirið segði ikki ósatt í tinginum

Sirið segði ikki ósatt í tinginum
Tað sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður, í svari til fyrispurning frá Joen Magnusi Rasmussen í Fólkaflokkinum
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, segði ikki ósatt í tinginum, sigur løgmaður
 
04.06.2017 - 16:27

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, segði ikki ósatt fyri tinginum, tá hon svaraði einum fyrispurningi frá Jógvani á Lakjuni í Fólkaflokkinum um hjúnabandslógina. 

Joen Magnus Rasmussen vísti í fyrispurninginum á, at meirilutin í landsstýrismálanevndini sigur í síni niðurstøðu, at løgmaður hevur verið við til at tulka grein 14, annað stykki, soleiðis, at greinin hevur verið yvirtikin siðani 2017. Og við hesi tulking kunnu vit staðfesta, at Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, hevur sagt ósatt fyri tinginum, segði meirilutin í landsstýrismálanevndini í síni niðurstøðu.

Sirið Stenberg svaraði Jógvani á Lakjuni, at hjúnabandsmál er partur av familjurættarliga økinum, sum framvegis er felagsmál. Tí eru tað danskir myndugleikar, sum gera av, hvussu víðari skal farast fram, segði Sirið Stenberg í svarinum.

Men løgmaður heldur ikki, at Sirið Stenberg hevur sagt ósatt fyri tinginum. Hann sigur, at í mai mánaði í fjør var ivasamt, um grein 14, annað stykki, var partur av familjurættinum ella fólkakirkjuøkinum, og Sirið Stenberg svaraði 26. mai í fjør Jógvani á Lakjuni eftir bestu sannføring. Tað er eftir hetta, at Løgmansskrivstovan og danska forsætismálaráðið í felag hava tulkað innihaldið í grein 14, øðrum stykki, at vera yvirtikið saman við fólkakirkjuni á ólavsøku í 2007, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður, í svarinum til Joen Magnus Rasmussen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595