Kærur viðgerast aftur

Kærur viðgerast aftur
Landsstýrismálanevndin fer nú aftur at viðgera tær fimm kærurnar, sum framvegis eru í nevndini
 
07.06.2017 - 08:30

Landsstýrismálanevndin hevur fund fríggjadagin. Tríggjar kærur eru um Høgna Hoydal, landsstýrismann, ein um løgmann og ein um Henrik Old, landsstýrismann.

Meginfelag Útróðrarmanna hevur kært Høgna Hoydal um fiskidagar, Jørgen Niclasen hevur kært hann um fiskirættindi, og Bjørn Kalsø hevur kært Høgna Hoydal um lógaruppskotið um fiskivinnunýskipanina.

Jacob Vestergaard hevur kært Aksel V. Johannesen, løgmann, fyri útsagnir hansara í sambandi við sølu av veiði- og fiskiloyvi, og Jørgen Niclasen hevur kært Henrik Old, landsstýrismann, fyri at hava brotið lógina um fast samband um Vestmannasund.

Landsstýrismálanevndin hevur biðið Henrik Old um frágreiðing og at senda nevndini øll viðkomandi skjøl í málinum. Henrik Old hevur freist til 14. juni at svara.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Reyðir kjálkar
216033
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096