Nú verður fyrireikandi rættarfundur

Nú verður fyrireikandi rættarfundur
Um eina viku verður fyrireikandi rættarfundur í málinum har Fíggjarligt støðufesti hevur stevnt oddamonnunum í gamla Eik banka
Mánadagin í næstu viku, tann 26. juni, verður fyrireikandi rættarfundur í málinum, har Finansiel Stabilitet, fíggjarligt støðufesti, hevur stevnt leiðslu og nevnd í gamla Eik-banka
 
19.06.2017 - 14:29

Mánadagin í næstu viku, tann 26. juni, verður fyrireikandi rættarfundur í málinum, har Finansiel Stabilitet, Fíggjarligt støðufesti, hevur stevnt leiðslu og nevnd í gamla Eik banka.

Á ákærubeinkinum eru fyrrverandi nevndarformenninir Frithleif Olsen og Odd Bjellvåg, fyrrverandi forstjórin, Marner Jacobsen, og fyrrverandi stjórin, Bjarni Olsen. Harumframt eru P/F Nota og grannskoðarin, Hans Laksá, eisini stevnd í málinum.

Talan er um ein fyrireikandi rættarfund. Sjálv rættarviðgerðin byrjar ikki fyrr enn í januar. 130 dagar í 2018 eru settir av til sakarmálið hjá Fíggjarligum støðufesti móti oddamonnunum í gamla Eik banka.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. juli
Vikuskiftið 3. juli 2026
210491
Fríggjadag 3. juli
HM-tíðindi 3. juli 2026
210478
Fríggjadag 3. juli
Morgunlestur
210452
Hósdag 2. juli
RagnarRokk 2.juli 2026
210388
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. juli
Veðrið
210489
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360