Mourinho undir illgruna fyri skattasvik

Mourinho undir illgruna fyri skattasvik
Mynduleikarnir í Spania kanna, um venjarin hjá Manchester United, José Mourinho hevur snýtt í skatti
 
22.06.2017 - 10:17

Hóast fótbóltsstjørnurnar vinna óteljandi milliónir krónur, er nógv, ið bendir á, at tað allíkavæl verður snýtt í skatti. Nú er José Mourinho undir illgruna.

Portugisin var venjari hjá Real Madrid frá 2010 til 2013, og tað er hetta tíðarskeiðið, sum verður kannað.

Ritzau skrivar, at sambært ákæranum er tað hent tvær ferðir, at Mourinho hevur snýtt skattamyndugleikarnar.

Tilsamans er talan um 3,3 milliónir evrur, sum ikki eru skattaðar.

Landsmaðurin hjá José Mourinho, Christiano Ronaldo, sum spælir fyri Real Madrid, er eisini undir ákæru fyri skattasvik.

Sum skilst, skal Ronaldo vitna í málinum 31. juli. FC Barcelona spælarin, Lionel Messi, fekk í fjør 21 mánaðar treytaðan fongsulsdóm fyri skattasvik.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558