Fiskidaganevndin liðug

bannari
Fiskidaganevndin liðug
Týsdagin fekk Høgni Hoydal, landsstýrismaður, tilmælið frá Fiskidaganevndini um fiskidagarnar næsta fiskiár, sum byrjar 1. september í ár
Landsstýrismaürin í fiskivinnumálum fekk fyrradagin tilmæli¨frá Fiskidaganevndini um fiskidagarnar næsta fiskiár
 
22.06.2017 - 10:34

Eins og Havstovan hevur Fiskidaganevndin gjørt tilmæli fyri eitt heilt fiskiár, hóast nýggj fiskivinnuskipan skal koma í gildi á nýggjárinum, og næsta fiskiár tí bara verður fýra mánaðir.

Hjalmar Hansen, formaður í Fiskidaganevndini, sigur, at nevndin almannakunnger ikki tilmælið. Tað má landsstýrismaðurin gera, sigur hann.

Høgni Hoydal hevur nú fingið tað tilfar, sum hann sambært lógini skal hava fyri at gera uppskot um fiskidagar, sum hann skal leggja fyri Løgtingið á ólavsøku.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 30. juni
Ung lesa 1.partur - Rúnaspá
210339
Týsdag 30. juni
HM-tíðindi 30. juni 2026
210331
Týsdag 30. juni
Morgunlestur týsdagur.
210270
Mánadag 29. juni
Við Tórði á skørutúri
210291
Nýggjastu sendingar í SV