Álitið kemur helst hósdagin

bannari
Álitið kemur helst hósdagin
Vinnunevndin bleiv ikki liðug við innkallingarnar í sambandi við fiskivinnunýskipanina í gjár
 
27.06.2017 - 16:10

Nevndin hevur fund aftur seinnapartin í morgin, og tá eru landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum saman við fólki frá Vørn og Havstovuni boðsend á fund.

Tingfundur er hósdagin. Bjarni Hammer, formaður, sigur, at hann miðar eftir at hava álitið hjá Vinnunevndini klárt til tingfundin hósdagin.

Hósdagin er ein mánaður, síðani Vinnunevndin fekk uppskotini hjá samgonguni og sambandsflokkinum um fiskivinnunýskipan og tríggir mánaðir síðani uppskotið hjá Fólkaflokkinum kom í nevndina.

Sambært tingskipanini er meginreglan tann, at ein nevnd kann hava eitt tingmál í mesta lagi ein mánað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Hósdag 20. august
RagnarRokk: Mirza Radonjica um Dissolution
210712
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985