11 heiðursmerki afturat í dag

bannari
11 heiðursmerki afturat í dag
Sólin hevur bakað og heiðursmerkini regnað yvir føroysku íðkararnar í Gotlandi í dag. Her er ein uppsamling við videobrotum frá degnum í dag
Alvi Hjelm hátíðarheldur sigurin í 400m blandaðari svimjing
Mynd: Lív Mortensen  
 
27.06.2017 - 20:26

Føroyar eru framvegis einaráðandi í svimjihøllini, og í kvøld vunnu føroysku svimjararnir níggju heiðursmerki í teimum 11 finalunum. 

Tá ið finalukvøldið var av, høvdu fýra føroyskir svimjarar vunnið gull: 

Vár E. Eidesgaard, 800m frí

Alvi Hjelm, 400m blandað

Signhild D. Joensen, 100m rygg

Óli Mortensen, 200m frí

Alvi Hjelm í sigursrúsi (mynd: Lív Mortensen)

Harafturat vunnu føroysku svimjararnir fýra silvurheiðursmerki: 

Róland Toftum, 50m bringa

Sára R. Nysted, 200m blandað

Vár E. Eidesgaard, 50m firvald

Vár E. Eidesgaard, Ásbjørg Hjelm, Signhild D. Joensen og Sára R. Nysted, 4x50m blandað

Afturat gulli og silvuri, svumu Alvi Hjelm, Óli Mortensen, Róland Toftum og Rókur Trygvason seg til bronsu í 4x50m frísvimjing.

 

Bogaskjúttarnir fingu eisini eitt gullheiðursmerki afturat í samlingina, tá ið Anja Eydnudóttir og Nikkel Petersen vunnu finaluna í mixed compound móti Guernsey. Anja og Nikkel vunnu finaluna við fimm stigum, 145-140, og tryggjaðu soleiðis bogaskjúttunum fjórða gullheiðursmerkið á hesum leikunum. 

Eggabba Andreassen, formaður í Bogaskjótisambandinum hevði í veikari løtu undan leikunum lovað at leypa á sjógv, um bogaskjúttarnir megnaðu at vinna fýra gullheiðursmerki. So eftir dagsins úrstøku var ikki annað at gera hjá Eggabba, enn at halda orð. Anja Eydnudóttir hevur sent okkum upptøkur frá stóru løtuni.

EGGABBA_A_SJOGV

Rebekka Fuglø fekk somuleiðis metal um hálsin í dag, hon vann nevniliga bronsu í 1500m renning. Tíðin hjá Rebekku var 4 minuttir, 30 sekund og 20 hundraðapartar, og harvið setti hon eisini nýtt føroyskt met. 

170627_OYL_REBEKKA

Samanlagt hava Føroyar nú vunnið 41 heiðursmerki:

ítróttagrein Gull Silvur Bronsa Tilsamans
Svimjing 8 7 5 20
Fimleikur 3 3 3 9
Bogaskjóting 4 0 3 7
Súkkling 1 0 1 2
Frælsur ítróttur 0 1 1 2
Traithlon 0 1 0 1

Føroyar tilsamans

16 12 13 41

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. desember
Guðstænasta úr Havnar kirkju
201973
Hósdag 25. desember
Tórshavnar Manskór Jólakonsert
201682
Hósdag 25. desember
Ljósið rann av kærkeiks runni (1:2)
201928
Hósdag 25. desember
Guðstænasta úr Mariu kirkjuni
201965
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. desember
Guðstænasta úr Havnar kirkju
201972
Hósdag 25. desember
Jól við Løkin 2025 (2:2)
201872
Hósdag 25. desember
Margreta
201861
Hósdag 25. desember
Jól við Løkin 2025 (1:2)
201869
Týsdag 23. desember
Veðrið
201933